Framtíðarætlanir hjá ungum kvinnum í Danmark
At halda møguleikum opnum, kann elva til hart arbeiði og eyka stress hjá miðnámsnæmingum - bæði í Danmark og aðrastaðni.
Samandráttur: Sambært samfelagsfrøðiligari framtíðargransking vænta ungar kvinnur nógv av sær sjálvum, og hava lyndi til at internalisera persónliga ábyrgd av teirra góðu úrslitum í framtíðini. Hetta kann koma fyri hjá teimum, ið eru sera uppsettar uppá eitt ávíst starv ella eina ávísa yrkisleið. Men at vera opin fyri møguleikum, og at navigera ímillum gerandislesnað og útbúgvingarskipanina til tess at tryggja sær frælsi í framtíðini, kann vera stríggið, og kann elva til at ungar kvinnur leggja stórt á seg sjálvar.
Amira er næmingur á einum miðnámsskúla stutt uttanfyri Keypmannahavn í Danmark. Vit hava havt seks samrøður við Amiru yvir eitt trý-ára langt tíðarskeið, sum liður í einari langtíðarkanning av hvussu ungar kvinnur menna teirra framtíðarætlanir. Í eini samrøðu við Amiru greiddi hon frá tvílyndi ella 'mótsøgn', sum hon sjálv kallaði tað. Á ein hátt hevur hon framsøkin mál um ikki at vera 'dovin' og at stremba eftir høgum próvtølum, ið eru kravd í ávísum hægri útbúgvingum. Hinvegin greiðir hon eisini frá einum ynski um at sleppa undan at velja ella at binda seg til nakra ávísa framtíðarætlan, við heldur at leggja dent á týdningin av at 'víðka sín sjónarring' og ikki at vera 'læst føst' til eina ávísa leið.
Júst sum hon stendur andlit til andlits við mótsøgn sína, sigur hon soleiðis:
Tað gevur ikki heilt meining… Tað er sum um eg berjist fram ímóti ongum. (Amira, miðnámsskúlanæmingur).
Framíðar sosiologi er ein vísindarligur arbeiðsháttur, ið kannar, hvussu sosialir aktørar í nútíðini gera, tá ið teir skulu ráðleggja, ímynda, vóna og droyma um framtíðina, hóast hon í høvuðsheitum er ókend. Við serligum íblástri úr 'kensluliga skiftinum' (affective turn) og ástøðum knýtt at 'nýggjum evnileikum' (New Materialities), viðger nýtt kanningararbeiði eisini truplar spurningar um hvussu framtíðin og tilhoyrandi óvissur og kreppur eisini kunnu ávirka nútíðina á ymiskar og ofta undrunarverdar mátar.
Tá Amira hugsar um framtíðina, ímyndar hon sær ‘einki’, ella kanska neyvari ímyndar hon sær ein mangul uppá okkurt at berjast fyri ella stremba ímóti. Onkuntíð kennist hetta stríðið fyri einari opnari framtíð løgið, og sum um okkurt ‘ikki heilt gevur meining’. Hví skal ein skipa tilveru sína rundanum hart arbeiði, og stremba eftir at útinna eitt gott avrik í útbúgvingini, tá einki endaligt mál er at náa, burtursæð frá einari rúgvu av møguleikum? Sambært Amiru, er hettta tó júst soleiðis tað eigur at kennast, tá ein gongur á miðnámi.
Hugleiðingin hjá Amiru er ikki eitt eindømi. Millum 2019 og 2023 fylgdu vit 16 ungum donskum kvinnum gjøgnum tey trý árini, tær gingu á miðnámi. Vit høvdu samrøður við tær sætta hvønn mánað, fyri at royna at skilja, hvussu ungar kvinnur taka avgerðir um hvat tær vilja lesa aftaná skúlan. Í næstan øllum 82 samrøðunum, ið tað bleiv til, vísti tað seg, at hendan ørgrynnan av framtíðar møguleikum var ein stór drívmegi, ið hesar ungu kvinnurnar nýttu til at ráðleggja sær gerandisdagar teirra, og til at arbeiða hart fyri at fáa best gjørligu útbúgvingar úrslitini.
At sleppa sær undan einari ávísari leið
Heimildarfólkini í hesi kanning, hildu seg aftur við at nágreina nakra ávísar framtíðarætlanir. Tó vístu tær á eina tráan eftir at 'hava so nógvar møguleikar opnar sum til ber' (Sia) og at ‘varðveita møguleikan fyri - ella at útseta - eitt veruligt ella endaligt val av [hægri] útbúgvingum’ (Luna). Heldur enn at læsa seg føst í ætlanum um eina ávísa yrkisleið, tyktust heimildarfólkini at vera meiri upptikin av at kunna hava ymiskar møguleikar. Ann segði soleiðis:
“Eg haldi, at eg taki avgerðir um tær [møguligar framtíðar útbúgvingar], við at tryggja mær, at eg ikki bindi meg til nakað, soleiðis at mær ikki nýtist at blíva til eitt ávíst. Til dømis vil eg ikki gerast sjúkrasystur, tí so hevði eg skulað blivið til eina sjúkrasystur. Eg haldi, at tað er ov avmarkað. Eg vil hava okkurt, sum er meira opið - við nógvum møguleikum. So at um eg fái hug at skifta kós einaferð á yrkisleiðini, so kann eg tað.”
Hetta ynski um ikki at gerast fastur í einari avmarkaðari lívsleið, hevur ávirkað valini hjá hesum ungu kvinnunum, og hvussu tær skipa teirra gerandisdag. Tær umganga fak, ið kunnu avmarka teirra framtíðar møguleikar, ella fak, ið ikki vóru neyðug, fyri at halda fleiri møguleikum opnum. Harumframt gjørdust tær spentar um summi fak, ið ikki bert vóru stuttlig og áhugaverd, men sum eisini kundu geva teimum atgongd til nógvar ymiskar lestrarleiðir (Sum til dømis støddfrøði). At hugsa um og at byggja eina framtíð, verður ikki gjørt við at stremba eftir einari ávísari leið, ið ger tað møguligt at røkka einum avgjørdum framtíðar máli, men heldur við at skapa og verja eitt rúm fult at menningarmøguleikum.
Tá ið vit nevna miðnám í greinini, sipa vit til eina vanliga ‘stx’ miðnámsútbúgving. Hvør næmingur velur eina ‘leið’ (vanliga tvey fak), sum tey nýta áleið 30% av skúlatíðini uppá. Restin av tíðini verður deild millum onnur fak í lestrarætlanini.
Tað er hart arbeiði at halda allar møguleikar opnar
Tað ljóðar kanska øgiliga lætt, men tað er faktiskt hart arbeiði, at halda framtíðini opnari. Um ein ynskir at kunna velja frítt aftaná miðnáms útbúgvingina, verður ein noydd(ur) at tryggja sær eitt gott avrik og góð próvtøl. Fleiri heimildarfólk í hesari kanningini, taka allar royndir í álvara og fyrireika seg væl til tær. Av tí at tær eru uppsettar uppá hesa opnu framtíðina, tóktist tað at økja um trýstið hjá teimum nú, við at gera hvørja avgerð, hvørja roynd og próvtøku til nakað sum kundi risikera at seta framtíðina í vanda.
Tað hevur eisini við sær, at allar avgerðir, ið verða tiknar nú, gerast øgiliga ógvusligar, og verða samstundis merktar av iva um, hvørt tú tekur eina avgerð, sum kann avmarka framtíðar møguleikarnar. Eftirsum tú ikki veist, hvat tú ætlar tær enn, kanst tú ongantíð verða heilt viss(ur) í, um tú tekur røttu avgerðina nú. Tú kanst heldur ikki vita, um hetta ella hatta próvtalið tryggjar framtíðar starvið, ið tú møguliga einaferð fert at vilja hava.
At stremba eftir at hava allar møguleikar opnar, merkir tískil ikki, at ein útsetir allar stúranir til seinni, men heldur at ein bjóðar stúranum um framtíðina inn í gerandisdagin longu nú. Tað kann skapa gleði og spenning at hugsa um øll tey spennandi tingini, sum ein kann gera. Tó vísur gransking á, at framtíðar vánir innibera eina ørgrynnu av mótstríðandi kenslum, sum t.d. optimismu, spenning, ótta og stúran.
Úrslitini úr hesi kanningini samsvara við kanningar úr øðrum skandinaviskum londum. Eisini í øðrum londum, sum t.d. í Bretlandi ella Australia hava kanningar víst hvussu serliga ungar kvinnur vænta nógv av sær sjálvum, og hava lyndi til at internalisera einstaklingaábyrgd fyri einari væleydnaðari framtíð. Gransking hevur áður lagt dent á, hvussu tað at skapa egna framtíð, kann vera treytað, avmarkað og smælkað av strukturellum avmarkingum. Tað er serliga við hesi kanning, at hon varpar ljós á, at strembanin eftir einari framtíð eisini krevur nógv og hart arbeiði, ið vísur seg, at vera fylt við mótstríðandi ávirkanum, har kenslur kenslur av menning og minkan ella spenningi og vónbroti ofta eru til staðar samstundis.
Paradoksið við opnum framtíðum
Ímeðan hugsjónin um eina opna framtíð í ein ávísan mun kann elva til meiri pláss í nútíðini, soleiðis at ein ikki nýtist at stúra, vísir okkara kanning, at tað samstundis merkir, at nútíðin heldur verður skipað og bundin á ein serligan hátt. Stríðið at halda framtíðini opnari ger meira enn tað; tað avmarkar eisini møguleikar við til dømis at forða fólki í at velja smalar útbúgvingarleiðir. Harafturat kann tað eisini hava við sær, at nútíðin bert verður virðismett í mun til teir møguleikar, sum hon kann skapa fyri framtíðina. Havandi í huga at ikki bert framtíðin men eisini eins tráanir, dreymar, og framtíðarval eru ókend ella í hvussu so er óviss, verður tað øgiliga trupult at vita, um avgerðir og avrik framd í nútíðini, verða nóg góð. At stremba eftir einari opnari framtíð merkir tískil eisini, at ein leggur eitt stórt trýst á seg sjálvan í nútíðini.
Sum Amira upplivdi: Ein bardagi fram ímóti ongum kann verða ringur at vinna.
Framtíðar sosiologi kann hjálpa okkum at fata tað, sum vit uppliva í verandi løtu.
Hendan greinin er útgivin sambært áhugamáli lesarans, ið fevnur um strongd og sálarheilsuligar trupulleikar hjá ungum fólki.
Hendan vísindagreinin vísur á eina ritgerð hjá Justine Grønbæk Pors og Sharon Kishik, ið eitur: ‘Future-Making in an Uncertain World: The Presence of an Open Future in Danish Young Women’s Lives’, Sociology 57, 2 (2023), pp. 398-414.
Meira um evnið:
- Ben Anderson, ‘Becoming and Being Hopeful: Towards a Theory of Affect’, Environment and Planning D: Society and Space 24, 5 (2006), pp. 733–752.
- Jessica Ringrose, ‘Successful girls? Complicating post‐feminist, neoliberal discourses of educational achievement and gender equality’, Gender and Education 19, 4 (2007), pp. 471–489.
- Julia Brannen and Ann Nilsen, ‘Young People's Time Perspectives: From Youth to Adulthood’, Sociology 36, 3 (2002), pp. 513–537.
- Kim Allen, ‘Top girls navigating austere times: interrogating youth transitions since the ‘crisis’’, Journal of Youth Studies 19, 6 (2015), pp. 805–820.
- Lauren Berlant, Cruel Optimism (Durham: Duke University Press, 2011).
- Rachel Thomson and Jeanette Østergaard, ‘Open-ended transitions to adulthood: Metaphorical thinking for times of stasis’, The Sociological Review 69, 2 (2020), pp. 434–450.
- Sam Sellar, ‘‘Unleashing aspiration’: The concept of potential in education policy’, The Australian Educational Researcher 42, 2 (2015), pp. 201–215.