Barnaansingar- og barsilsskipanir í Norðurlondunum

Hvussu eitt gott undirstøðukervi kann minka um kynsójavna á arbeiðsmarknaðinum.

Samandráttur: Í Norðurlondunum innibera undirstøðukervi innan barnaansing vanliga foreldrafarloyvi við løn, almennan barnaansingarrætt og serskatting heldur enn samskatting. 
Slík undirstøðukervi hava víst seg at minka um fíggjarliga ójavnan millum kynini. Hetta kann tó gerast uppaftur betri. 
Ofta er tað soleiðis, at tann hjúnafelagin, ið fær minni í løn, ger meira húsligt arbeiði. Hetta hevur við sær, at viðkomandi velur eitt starv, ið ikki er so tíðarkrevjandi. Hetta er ein sjálvstyrkjandi ringrás, ið kann økja um lønarmunin millum kynini og kynsójavnan í ovastu leiðslu. 

Hvat innibera undirstøðukervi innan barnaansing?

Undirstøðukervi, tá tað snýr seg um barnaansing, er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi, ið hevur elvt til nógv politiskt kjak. Undirstøðukervi innibera oreldrafarloyvi við løn, barnaansingarrætt og fíggjarligan stuðul til barnaansing. Norðurlondini bera fleiri av teimum somu eyðkennunum, ið vanliga verða sett í samband við eitt víðfevnandi skattafíggjað sosialt trygdarnet. Hesar skipanir eru bygdar á nakrar grundleggjandi fortreytir:

  • Høgt skattatrýst; 

  • Almennar pensjónsskipanir;  

  • Høgt prosent tal av arbeiðsfólki eru limir í fakfeløgum; og 

  • Arbeiðsmarknaðurin er skipaður rundan um eitt tríliðað samband ímillum arbeiðsfólkið, fakfeløgini og landið. (les meira um hetta her)

Víðfevnandi norðurlendskar arbeiðsfyriskipanir fevna um reglugerðir, ið stuðla teimum ymisku sosialu trygdarnetunum. Til dømis er tað soleiðis í Noregi og Finnlandi, at lønt foreldrafarloyvi er ein partur av arbeiðsmarknaðarlógini, av tí at barnaansingar undirstøðukervið verður mett at tryggja og menna góð arbeiðsviðurskifti.  

Gransking hevur eisini víst, at fakfeløg hava havt eina týdningarmikla ávirkan á menningina av barsilsskipanum í Norðurlondunum. Hendan menningin hevur verið stórliga ávirkað av, at tað eru so nógvar kvinnur, ið eru limir í teimum norðurlendsku fakfeløgunum. 

Skattur og fólkatrygging í Norðurlondunum eru leinkjaði saman: Skattur verður heintaður inn, og trygging verður latin afturfyri. Norðurlendskir skattaserfrøðingar vísa ofta á, at samskatting er ein av størstu orsøkunum til ójavnan millum kynini, av tí at samskatting eggjar til, at annar hjúnafelagin hevur fíggjarligu høvuðsábyrgdina av at uppihalda familjuni. Hin hjúnafelagin harafturímóti, ið oftast er kvinnan, velur at vera heima og taka sær av børnunum og tí húsliga arbeiðinum, ella hon hevur eitt parttíðarstarv.

Hvussu ávirka undirstøðukervi innan barnaansing javnstøðuna millum kynini?

Búskaparlig javnstøða millum kynini inniber, at kvinnur hava somu møguleikar sum menn, tá tað snýr seg um fulltíðarstørv, starvsframgongd og javnløn.  
Í Norðurlondum verður vanliga hildið at javnbýtt foreldrafarloyvi styrkir møguleikarnar hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. 

Hetta er serliga galdandi, tá hugsað verður um møguleikan at fáa og røkja fulltíðarstørv, at minka um lønarmunin og at gera tað lættari hjá kvinnum at fáa hægri størv/ leiðarastørv. 

Norðurlondini hava í ein ávísan mun megnað at geva kvinnum atgongd til arbeiðsmarknaðin umvegis barnaansingar-undirstøðukervið við at samanknýta skatting, fólkatrygging og arbeiðsmarknaðarlóggávu.  
Sostatt hevur tað eydnast betur í Norðurlondunum enn aðrastaðni at geva kvinnum møguleika til at koma út á arbeiðsmarknaðin, óansæð um talan er um partíðar- ella fulltíðarstørv. Harafturat strembar ein tílík skipan eftir javnari ábyrgdarbýti innan- og uttanfyri heimið.  

Í Norðurlondunum eru tað vanliga ymiskar fyritreytir viðvíkjandi arbeiði (og harvið eisini skatti) og/ella bústøðum, sum gera seg galdandi, tá sosialar veitingar, harímillum veitingar, ið hava við barnaansing at gera, verða latnar. 

Nógvar norðurlendskar skipanir grunda upphæddina á løn og áður rindaðan skatt.  

Foreldrafarloyvi

Lønt foreldrafarloyvi er ymiskt fíggjað í Norðurlondunum. Hetta verður antin goldið av arbeiðsgevaranum umvegis lønarskattin ella av arbeiðstakaranum, umvegis avgjøld ella inntøku. Í summum londum, til dømis í Danmark, kunnu ymiskir ágóðar vera í starvssáttmálanum. Hetta merkir, at summir arbeiðsgevarar, kunnu gjalda eykað foreldrafarloyvi sambært serstøkum starvstreytum. Hjá teimum, ið ikki hava verið før fyri at arbeiða fulla tíð ella hava verið arbeiðsleys undan viðgongutíðini, er eitt lágmark fyri, hvussu nógv verður útgoldið til tess at tryggja viðkomandi (sí talvu 1 fyri eina breiða samanbering av reglugerðini í 2024). 

Leggið til merkis, at tær politisku upplýsingarnar og upphæddirnar, ið verða nevndar í greinini, svara til tíðarskeiðið, har greinin varð útgivin, og kunnu harvið verða broyttar síðani! Sí leinkjurnar niðanfyri. Her eru dagførdar upplýsingar, sum til dømis hjá Nordic Information on Gender. 

Fleiri Norðurlond hava nýliga endurskipað teirra barsilsskipanir Endurskipanin í Finnlandi í august 2022 hevði til endamáls at røkka fleiri familjum, enn undanfarna, og meira siðvanda, skipanin gjørdi. Sostatt viðurkennir og stuðlar nýggja reglugerðin foreldrum, ið eru íverksetarar og sjálvstøðug vinnurekandi, og familjum við ættleiddum børnum. Í august 2022 endurskoðaði Danmark eisini tær veitingar, ið verða latnar í samband við foreldrafarloyvi, til tess at fylgja nýggju leiðbeiningunum hjá EU (2019/1158), ið áseta, at hvørt foreldur skal í minsta lagi hava 4 mánaðar í foreldrafarloyvi. 

Í Norðurlondunum er rákið sum heild, at foreldrafarloyvið verður javnbýtt millum menn og kvinnur. Samstundis sum at hetta kann hugsast at hava viðført eitt javnari fíggjarligt býti ímillum ímillum kynini enn aðrastaðnis, so standa enn nakrir torførir spurningar eftir í mun til manglandi stuðul hjá monnum og fylgjurnar av at kvinnur enn taka størri ábyrgd heima.

Talva 1: Týdningurin av farloyvisgjaldinum í Norðurlondunum. (Sí niðanfyri)

Lond: Lønt foreldrafarloyvi samanlagt

Lønt foreldrafarloyvi (mamma)

Lønt foreldrafarloyvi (pápi)

Lønt foreldrafarloyvi 

Fleksibult foreldrafarloyvi 

Svøríki

Flag of Sweden

480 dagar

Föräldrapeng 

240 dagar 

(Í mesta lagi 420 dagar) 

Föräldrapeng 

240 dagar 

(Í minsta lagi 60 dagar) 

Tað ber til at býta dagarnar millum foreldrini, men hvørt foreldur skal í minsta lagi taka 90 av teimum. Um pápin tekur 0 dagar, missa tey rættin til 90 dagar av foreldrafarloyvinum.

Denmark

Graph of GDP per capita. The graph is rising

52 vikur

Børnepenge             

4 vikur áðrenn væntaða føðing + 2 vikur aftaná føðing + 22 vikur í foreldrafarloyvi 

Børnepenge  

2 vikur aftaná føðing + 22 vikur í foreldrafarloyvi – 9 av teimum kann pápin ikki geva frá sær 

Hvørt foreldur hevur rætt til 24 vikur í foreldrafarloyvi – Tað ber til at býta 9 av teimum millum sín. Um pápin tekur 0 dagar, missa tey rættin til 9 vikur av foreldrafarloyvinum.

Norra

49 vikur

Foreldrepenge 

3 vikur áðrenn væntaða føðing + 15 vikur aftaná føðing (6 av teimum vikunum eru kravdar beint aftaná føðing)

Foreldrepenge 

15 vikur aftaná føðing (6 av teimum vikunum eru kravdar beint aftaná føðing) 

Hvørt foreldur fær 15 vikur - Tað ber ikki til at býta 6 av teimum millum sín. Um pápin tekur 0 dagar, missa tey rættin til 6 vikur av foreldrafarloyvinum.

Finnland

320 dagar

Vanhempainraha 

160 dagar, har 63 av teimum kunnu býtast millum foreldrini 

Vanhempainraha 

160 dagar, har 63 av teimum kunnu býtast millum foreldrini 

Foreldur fáa útvegað 160 dagar hvør, har tey kunnu býta 63 dagar millum sín. Um pápin tekur 0 dagar, missa tey rættin til 97 dagar av foreldrafarloyvinum.

Ísland

12 mánaðir

Foreldragreiðslur 

6 mánaðir, har 6 vikur kunnu veitast til annað av foreldrunum 

Foreldragreiðslur 

6 mánaðir, har 6 vikur kunnu veitast til annað av foreldrunum 

6 vikur kunnu veitast til annað av foreldrunum. Um pápin tekur 0 dagar, missa tey rættin til 6 vikur av foreldrafarloyvinum.

Keldur: Svøríki: Föräldraledighetslag (1995:584) og kapittul 12 SFS 2010:110 Socialförsäkringsbalken. Danmark: LBK nr 235 av 12/02/2021 Barselsloven. Norra: Kapittul 12 LOV-2005-06-17-62 Lov om arbeidsmiljø, arbeidstid og stillingsvern mv. (arbeidsmiljøloven). Finnland: Kapittul 4 26.1.2001 Työsopimuslaki. Ísland: 2020 nr. 144 29. desembur Lög um fæðingar- og foreldraorlof.

Barnaansing

Barnaansing í Norðurlondunum er fíggjarliga stuðlað, og vanliga verður eitt mánaðarligt gjald rindað, ið er treytað av samlaðu inntøkuni og talinum av børnum í húsarhaldinum. 

Tabell 2: Atgongd til og kostnaðurin av almennari barnaasning í Norðurlondunum, tá greinin varð útgivin.

Lond Barnaansingargjøld í barnagørðum og forskúlum 

Svøríki 

File:Flag of Sweden.svg

Kostnaðurin av elsta barninum, í einari familju, svarar til 3 prosent av heildar-inntøkuni hjá húskinum. Kostnaðurin av næsta barninum svarar til 2 prosent og kostnaðurin av triðja barninum svarar til 1 prosent. 
Um eitt húski hevur fleiri enn trý børn, sleppur tað fjóðra og komandi børnini frítt í barnagarð og forskúla.
Mánaðarliga hámarkið svarar til SEK 1425/barn hjá familjum við høgari inntøku og SEK 750/barn hjá familjum við lágari inntøku.

Denmark

Graph of GDP per capita. The graph is rising

Einki lágmark ella hámark er. Tað kann tí vera munur á barnaansingargjaldinum í teimum ymisku kommununum í Danmark, og gjaldið er munandi størri enn í Svøríki. Vanliga rindar kommunan áleið 75 prosent, meðan foreldrini rinda restina av kostnaðinum. Tey, ið hava lægri inntøku, kunnu søkja um eyka fíggjarligt ískoyti frá kommununi fyri at minka um útreiðslurnar, og onkuntíð kann kommunan rinda 100 prosent av barnaansingargjaldinum. 

Norra

Eingin familja skal gjalda meira enn 6 prosent av samlaðu inntøkuni til barnaansing, sambært norskari grundreglu. 
Afturat hesum hava familjur við lágari inntøku rætt til fría barnaansing 20 tímar um vikuna. 

Mánaðarliga hámarkið svarar til NOK 3000/barn. 

Finnland

Lægsta mánaðarliga gjaldið svarar til EUR 30/barn og mánaðarliga hámarkið svarar til EUR 311/barn. 

Ísland

Barnaansing er ríkisstuðlað og kostar vanliga ISK 25 000-35 000 treytað av kommununi. 
Kostnaðurin lækkar, tá barnið gerst tvey ára gamalt, tá tað byrjar í barnagarði/vøggustovu. Tá barnið gerst seks ára gamalt, er eingin stuðul longur, tí útbúgving er ókeypis. 

Keldur: Svøríki: Prop. 1999/2000:129 Maxtaxa och allmän förskola. Danmark: VEJ nr 9109 av 27/02/2015 Vejledning og dagtilbud m.v. Norra: 36/1973 Forskrift om foreldrebetaling i barnehager - Lovdata. Finnland: 540/2008 Varhaiskasvatuslaki. Ísland: 2007 nr 99 11 maí Lög um félagslega aðstoð.

Viðmerking: Talvurnar vísa, hvat er galdandi fyri eitt barn, hóast kostnaðurin vanliga lækkar lutfallsliga, um fleiri børn eru. Hetta merkir, at kostnaðurin lækkar við hvørjum barni. 

Serskatting

Serskatting kann eggja báðum pørtum í einum hjúnalagi at arbeiða. 
Til dømis kunnu bæði fáa skattafrádrátt og ikki bara annar. Hetta merkir, at eitt húsarhald tvífaldar møguleikan til at fáa størri fíggjarligan vinning. Tískil kann serskatting eggja giftum kvinnum – ella tí hjúnafelaganum, ið vinnur minni – til at arbeiða. Norðurlondini eru í stóran mun farin frá samskatting, og fóru at nýta serskatt í niðanfyrinevndu árunm:

  • Norra: 1959 

  • Svøríki: 1971 

  • Danmark: 1971* 

  • Finnland: 1976  

  • Ísland: 1978 

*Summir partar av samskattingini eru varðveittir í donsku skipanini, so at skattgjaldarar sjálvir kunnu avgera, hvussu teir velja at býta inntøku og skattabyrðu millum sín, hóast varðveittu partarnir í høvuðsheitum snúgva seg um skattaætlanir ímillum hjúnarfelagar í sambandi við sjálvstøðugt vinnurekandi og/ella gera íløgur. Tí verður hendan skipanin eisini onkursvegna nýtt sum ein útvegur í lógini. 

Skattur er ikki knýttur at kyni. Menn og kvinnur verða javnskattaði, væl at merkja inntil tað møguliga verður granskað víðari í tí. Tó ávirka skattaskipanir og fíggjarpolitikkur (fiscal policy) menn og kvinnur ymiskt. Tá tað verður hugt nærri at, hvussu reglugerðin verður nýtt, vísur tað seg ofta, at hon, av ymiskum orsøkum, ávirkar kvinnur neiliga. Undirstøðu kervi innan barnaansing kann linna um hetta. Til dømis ger skipanin tað møguligt hjá báðum hjúnafeløgunum at varðveita starvið, í staðin fyri at pør noyðast at velja, hvør teirra skal arbeiða, og hvør skal vera heima saman við børnunum. Tað er aloftast kvinnan, ið ger hetta (í hinskyndum parløgum), tí bruttuinntøkan hjá kvinnum í flestum førum í miðal er 13% lægri enn hjá monnum (EU-hagtøl frá 2020). Norðurlondini klára seg í grundini ikki betur enn tey miðal evropeisk londini. Hetta kemur kanska óvart á summi.

Í Norðurlondunum er núverandi lønarmunurin millum kynini hesin: 

  • Svøríki 11,2% 

  • Ísland 13% 

  • Norra 13,4% 

  • Danmark 13,9% 

  • Finnland 16,7% 

Norðurlondini hava enn langt á mál at fáa fíggjarliga javnstøðu millum kynini

Ein natúrlig avleiðing av, at kvinnur eru meira virknar á arbeiðsmarknaðinum, hevur verið, at menn hava átikið sær størri ábyrgd heima við hús. 

Normurin í Norðurlondunum er vorðin tann, at pápar taka foreldrafarloyvi. 

Kortini leggja norðurlendskir granskarar dent á, at hóast menn tykjast at taka meira ábyrgd heima við hús, aftrast arbeiðsgevarar enn við at seta kvinnur í hægri størv við størri ábyrgd. Ein tilgiting hevur verið, at hetta er ein avleiðing av, at kvinnur enn átaka sær størri ábyrgd heima við hús samanborið við makan. Slíkt kann hava við sær, at kvinnur framhaldandi velja størv, ið eru tillagaði til kvinnur, tí tey ofta hava betur hóskandi arbeiðstreytir (til dømis møguleika at arbeiða parttíð). At kvinnur hella til kvinnu-tillagað størv, er við til at styrkja um núverandi fíggjarliga munin millum kynini, av tí at kvinnur fáa lægri løn á hesum arbeiðsøkjum (meira kann lesast um hetta her: Gender segregation in the Nordic countries). Hóast serskattaskipanin er vanlig í Norðurlondunum, eru tað størri sannlíkindi fyri, at kvinnur ella tann makin, ið fær lægri løn, er heima aftan á barnsburð, og tá børnini gerast sjúk, soleiðis at húskið ikki missir ein líka stóran part av inntøkuni. 

Hvørki familjur ella arbeiðsgevarar hava megnað at stovna eina samfelagsskipan, har tað er gjørligt hjá einum húski at býta ábyrgdina heima við hús javnt ímillum sín. Høvuðsábyrgdin liggur helst hjá landinum, annaðhvørt við politiskari eggjan, ella við lógarkravi um javnbýti. Hetta hava ríkisstjórnirnar í Norðurlondunum gjørt vart við og eisini í EU. Í løtuni verður arbeitt fram ímóti at marka ein part av farloyvinum til hvørt foreldur, í staðin fyri at lata familjurnar sjálvar gera av, hvør skal vera heima við børnunum, og hvør skal arbeiða. 
Harafturat er tað neyðugt, at ríkisstjórnirnar royna at loysa trupulleikan viðvíkjandi lægri inntøkum á summum arbeiðsøkjum, har tað vanliga eru flest kvinnur, av tí at hetta er við til at styrkja um lønarmunin millum kynini og býtismynstrið ímillum foreldur við einum heimagangandi (tá tað er neyðugt), og einum uppihaldandi parti.


Lógar- og skattagransking kann vísa á ymiskar avbjóðingar viðvíkjandi javnstøðu millum kynini.

Hendan greinin er útgivin sambært áhuga í kyni, javnløn og politiskum ymiskleikum í Norðurlondunum. 


Meira um evnið

Leinkjur: