Kynsásett Mynstur í Norðurlendskari Søgu

At finna fortíðina við at skapa kynsásettar og norðurlendskar samleikar í nútíðini.

Samandráttur: Okkara ymisku mátar at tulka og ímynda fortíðina hava eina ávirkan á, hvussu einstaklinga- og felags samleikar verða skaptir og førdir fram í samtíðini. Søguligar frásagnir heilt afturi úr fornøldini bera skeivleikar (bias) um kyn við sær. Norðurlendskar tjóðskaparligar frásøgur um felagsskap kunnu byggja á eina ímyndaða felags fortíð grundað á endurfrásagdar (reproduseraðar) søgur um felags mentanarligt upphav. Hesar frásagnir verða styrktar av at verða endurfrásagdar aftur og aftur á ein hátt, ið gevur teimum virði grundað á fatanina av teirra longu livitíð. At enda eru summi eyðkenni vorðin sædd sum grundleggjandi ‘norðurlendsk’ ella ‘mannlig’/’kvinnulig’, hóast søguliga grundarlagið ikki er heilt vist.

At halda lív í fortíðini

Søga og forsøga verða nýttar til at skapa eina ávísa hugsan um søgur um mentannararv. Hesar hugsanir gerast ein partur av søgum um tjóðskaparuppruna, og ávirka samleikar á subtilar - og til tíðir minni subtilar - mátar. Eitt týðiligt dømi uppá hetta í norðurlondunum er, hvussu víkinga arvurin áhaldandi verður nýttur.

Hann verður ikki bert nýttur til at lýsa felags søguna fyri at stimbra eina kenslu av sosialari savningarmegi, og ein stoltleika av fatanini um ein eina deilda fortíð; Hann verður eisini nýttur sum effektivur ferðafólka-magnetur, og harvið til at vinna pening uppá hesa felags søgu. Hetta er ein snildur máti at nýta okkara søgur um mentannar arv, men tað er eisini problematiskt.

Um ein nýtur dømið um víkingaøldina, hava vit havt lyndi til at endurfrásiga kynsbýttar søgur um skeggjutar krígsmenn og skreytprýddar, vælnøgdar heimagangandi konur. Hóast tað vóru mannligir krígsmenn og heimagangandi kvinnur í víkingaøldini, umboðar hettar ikki alla søguna. Í besta lagið, vísur tað á ein brøkpart av henni. Í dag vita vit við vissu, at monnum dámdi at bera ymiskt prýði, og at kvinnur bæði áttu og nýttu vápn.
 

Upprunasøgur kunnu verða nýttar til at skapa eina kenslu av felagsvirðum fyri tjóðir og/ella mentanarligar bólkar. Søga kann, í slíkum førum, vera við til at mynda hesar upprunasøgur, við at virka sum ein algrundleggjandi mekanisma í tilgongdini. Okkara fatan av fortíðini, er uppá nógvar mátar grundleggjandi fyri skapanina av einstøkum og felags samleikum í nútíðini. Tað ávirkar okkara felagskenslu, tjóðareind og bólkasamleikar.

Søgur um fortíðina eru søgur um okkum sjálvi. Mátin, sum vit tulka og lýsa fortíðar viðurskiftir, ávirkar hvussu samleikar verða skaptir og førdir fram í samtíðini.

Ímeðan misnýtlsan av søgu er eyðsýnd í summum dømum, so sum illa gitna nýtslan av víkinga symbolismu og mýtologi í triðja ríkinum í týsklandi, eru onnur dømi meiri duld. Frásøgur við søguligum skeivleikum (bias) skyldast ikki endiliga tilvitaðari falsan, ella útvaldum sjónarmiðum grundað á politisk áhugamál. Frásagnirnar kunnu vera áhaldandi hildnar á lívi ígjøgnum skapanina av felags fatanum um hvørji vit eru og hví. Norðurlendskar tjóðarfrásøgur um felagsskap kunnu tískil partvíst byggja á eina (fiktiva) felags fortíð grundað á endurfrásagdar søgur um felags mentanarligt upphav. 

Harafturat er hendan felags fortíðin serliga gjørd og útvald við at leggja dent á, ella við at avnokta, ávísar partar av fortíðar hendingum og mentanum. Kenslan av felags søguligum uppruna knýtir bólkar av fólki saman, samstundis sum at tað útihýsir øðrum. Fyri at skilja hvussu nútíðar norðurlendskir felags samleikar verða formaðir til at hóska til eina serstaka áskoðan, er tað vert at seta spurnartekin við, hvør ikki verður tikin upp í part í frásøgunum um norðurlendska fortíð. Hvørjar avleiðingar kann tað hava fyri skapanina av nútíðarsamleikum? Serliga er tað viðkomandi, at hyggja at hvussu frásagnir um fortíðar kyn, ígjøgnum tað løggildi ið søgan ásetur, ávirkar okkara nútíðar uppfatan av teimum. 

At fylla søgulig gap við at endurfrágreiða fortíðina í okkara egnu mynd

Fornfrøðingar siga vanliga, at fortíðin er sum eitt fremmant land, ið vísur á at vit ikki eiga at skapa fortíðina í okkara egnu mynd. Tó slepts ikki undan at fortíðin verður skapt í nútíðini. Slagið av fólki, sum vit ímynda okkum sum sosialir leiklutir í fortíðini, vísir seg at avspegla tey, sum vit síggja sum høvuðsleiklutir ella fyrisprákarar í nútíðini. 

Tá vit kynsgera fortíðina, nýta vit eina serliga mentannarliga fatan av hvat kyn er, og eigur at vera. Tó merkir tað eisini, at vit loyva serligum mentanarligum fatanum av fortíðini, tí at vit geva ávísum sosialum hugsanum gildi og mynduleika við at seta tey í samband við eina fjara fortíð. Dømi um hetta er um søgur um menn, ið fóru út at veiða og komu aftur við lívsneyðugum proteinum og tilfeingi til teirra familjur. Hetta er ein inngrógvin partur av almennu fatanini, og sanniliga eisini av fakligari gransking. Tó vísur tað seg, at hesar søgur ikki eru grundaðar á álítandi og ítøkilig prógv. Faktiskt er tað soleiðis, at hóast vit kunnu ásanna, at menn vóru til í fortíðini og vit vita, at tað varð veitt tá, kunnu vit ikki ásanna, um tað vóru mennirnir ið veiddu ella ikki. Vit kunnu heldur ikki ásanna, um ‘menn’ er tað rætta sosialt samtyktað bólkaheitið, ið kann nýtast í øllum samfeløgum. Til dømis kunnu haldgóðar isotop kanningar vísa á, hvar ein einstaklingur er vaksin upp, og hvar viðkomandi hevur ferðast. Kanningarnar vísa tó ikki hví tey hava ferðast. Tað er her at fortíðin áhaldandi verður endurgjørd, tí at tá ið saman um kemur, er hon bara er til í okkara fatan av henni. Henda fatan er mentanarliga treytað, og í støðugari broyting. Heimspekingurin Donna Haraway minnir okkum á, at tað altíð er neyðugt at ásanna, hvussu mentanarligu karmarnir forma okkara heimsáskoðan og tað vitanina, sum vit skapa.

Tað er avgerandi at vit, sambært fornfrøðiligum próvtilfari, ikki festa kvinnur har eldstaður er. Sum mong ættarlið av feministiskum vísindafólki hava víst á, eru tað sjáldan álítandi ábendingar í vísindaligum tilfari, um at kvinnur ansaðu eftir børnum, ímeðan menn antin fóru at veiða ella at berjast. Heldur seta vit kvinnurnar har, tí tað gevur meining fyri okkum: kvinnur og børn hóska óloysiliga saman, sambært eurosentriskari tankagongd, júst sum menn verða settir í samband við at fáa mat til vaga. Tá hendan mentanarliga uppfatanin verður nýtt til at avmynda fortíðina, geva vit henni samstundis heimild. 

Kynsnormar frá nítjandu øld ávirka fornfrøðina í dag 

Okkara máti at kynsáseta fortíðina, er stórliga ávirkaður av normunum hjá fyrstu serfrøðingunum í fornum lutum. Felagið fyri fornfrøðingar í Schwerin í Meklenburg lýsti í 1830'unum ein av teimum fyrstu framferðaháttunum at kynsáseta gravstaðir. Sambært hesi lýsing varð prýði mett at hóska væl til kvinnur, ímeðan vápn og tól vórðu hildin at hoyra til menn. Hetta varð gjørt, sambært teimum ráðandi sosialu ideologiunum um tað tíðina, og gjørdist normurin fyri at kynsáseta gravir. Trupulleikin er ikki, at eitt slíkt háttalag kom fyri í byrjanini av nítjandu øld, men heldur at háttalagið enn verður nýtt, hóast haldgóð teoretisk og empirisk mótstøða bjóða hesi hugsan av. Hettar verður gjørt hóast framferðarhátturin, ferð eftir ferð, vísur seg, at vera alt ov einfaldur, og til tíðir beinleiðis skeivur. 

Fornfrøðingar nýta enn henda hátt, tá ið teir koma fram á gravstøð. Hetta er við til at lita okkara máta at kynsáseta fortíðina. Hóast feministisk vísindafólk áhaldandi hava grundgivið ímóti hesi tilgongd, kynsáseta vit fortíðina, sum var hon ein miðstættarlig viktoriansk leikmynd, nærum uttan at seta spurnartekin við, hvørt hendan skipan samsvarar við galdandi próvtilfar ella ikki.

At varðveita stereotypur

Tá vit skapa fortíðina í okkara egnu mynd, endurgera vit samstundis somu stereotypur, sum vit hyggja at søguliga. Tá okkurt áhaldandi verður endurtikið, gerst tað onkursvegna satt. Dømi um hetta er kynsásetta mynstrið frá forsøguligari tíð. Við áhaldandi frágreiðingini um at kynsmynstur, sum í dag verða hildin at vera vanlig, vóru galdandi heilt afturi í forsøguni, fáa hesi mynstur sanngildi. Rótfestið í forntíðini gevur teimum heimild grundað á fatanina av teirra longu livitíð. Tískil verður tað avgerandi at ímynda ein annan máta at kynsáseta heimin uppá.  Ynskja vit at ímynda okkum aðrar mátar at kynsáseta samtíðina, er tað umráðandi at varpa ljós á villeiðandi fatanina av tí sjálvsagda, sum er íkomin vegna tey virðini, sum hava verið løgd í okkara fatan av fortíðini. 

Vit verða tí noydd at steðga á, og viðurkenna hvussu nógv vald ein felags fortíð hevur. Vit hava sæð, hvussu fortíðin verður endurfrágreidd í nútíðini, og hvussu hon verður nýtt til at umskapa og varðveita somu nútíð. Tað er tískil týðiligt, hvussu umfatandi tann politiska innhugsanin er í fornfrøði og søgufrøði. Tá ið vit siga søgur um atburð hjá menniskjum í fortíðini, gera vit meira enn at seta ymiskar brotpartar saman fyri at skapa eina heildarmynd. Í grundini siga vit frá søgum um egnar heims- og sjálvsuppfatanir. Tískil er tað alneyðugt at tryggja at okkara kynsáseting av fortíðini, er meira enn bert ein spegilsmynd av ynsktum sosialum normum í samtíð okkara. 

Tað er tískil týðiligt, hvussu umfatandi tann politiska innhugsanin er í fornfrøði og søgufrøði.

Tá ið vit halda fast í stereotypum kynsfatanum, frávelja vit eina meiri fjølbroytta og áhugaverda fortíð. Hetta skapar eina idealisering av einføldum og kyns-tvíbýttum (gender binary) søgum um, hvussu man eigur at vera. Vit loyva hesum lutvísu søgum at gerast ein partur av alment viðtiknu felags søguni, ið síðani sjálvgyldar seg í okkara felags samleikum og í royndini at plasera okkum í heiminum. 

Soleiðis verður heimssøgan til, sum vit stimbra og nýta til at vísa hvørji vit eru. Hvørji menniskju vit varpa ljós á úr fortíðini endurspeglar og skapar hvørji vit halda at vit eru í dag, og harvið er tað bæði nútíðarligt, politiskt og týdningarmikið.


At seta spurnartekin við hvussu søga verður skrivað, kann varpa ljós á samtíðar samfeløg.

Hendan greinin er útgivin sambært áhuga í mentannararvi og kyn hjá lesarunum.


Meira um evnið:

Leinkjur: